Skip to content

Avlopsplast verður endurnýtt

Hevur posin hetta lundamerkið, er hann úr endurvunnari rávøru.

Vit eru góð við hetta landið. Vit eru góð við náttúruna og alt, hon gevur okkum. Tí vilja vit sjálvandi minka um CO₂-útlátið.

Vit á Vestpack vilja ganga á odda. Vit arbeiða støðugt við at økja um endurnýtsluna, so vit fáa sum mest burtur úr plastinum. Samstundis ganga vit nýggjar leiðir og leita alsamt eftir betri tilfari og burðardyggari loysnum.

Í nógv ár hava vit sent bingjur við avlopsplasti av landinum og innflutt endurvunna rávøru til framleiðslu.

Við framkomnari tøkni endurvinna vit nú avlopsplastið á virkinum í Vestmanna.

Plast ger mun. Plast ger nógv lættari – eisini tá hugsað verður um umhvørvið og veðurlagið. Góð innpakking leingir haldføri og minkar spill.

Ansa vit øll eftir tí, vit eru góð við – vinna vit øll.

Lundamerkið vísir ein lunda við einum plastposa við trimum pílum á, og tekstinum endurvunnið plast. Lundin sær út sum hann er kliptur sundur og settur saman aftur, hann ber tí dám av endurnýtslu.