Um Vestpack
P/F Vestpack varð stovnað á heysti 1994 og hevur síðani virkað sum ein leiðandi framleiðari innan plast- og etikettframleiðslu í Føroyum.
Okkara søga
P/F Vestpack varð stovnað á heysti 1994 og hevur síðani virkað sum ein leiðandi framleiðari innan plast- og etikettframleiðslu í Føroyum. Harafturat hevur felagið seinastu árini ment seg til ein heildarveitara av pakkitilfari, har vit – umframt okkara egnu framleiðslu – veita eitt breitt úrval av vørum so sum pappeskjur, blokkumsløg, pakkimaskinur, arbeiðsklæði og annað tilhoyr.
Ein av okkara størstu styrkjum er fleksibilitetur. Við framleiðsluni á staðnum kunnu vit skjótari og smidligari tillaga okkum tørvinum á føroyska marknaðinum. Hetta merkir millum annað, at vit kunnu bjóða serframleiðslur við lágum minstamarki. Vestpack er harumframt ISO 9000-góðkent, bæði fyritøkan sum heild og sjálv framleiðslan.
Í 2013 varð Vestpack heiðrað sum Ársins Virki, eitt prógv um dygd, álit og framskygni.
Vit eru umleið 30 starvsfólk á Vestpack, sum dagliga arbeiða við ymsum uppgávum, men við einum felags endamáli: at tryggja, at kundin fær rætta pakkitilfarið – júst tá ið tørvur er á tí.
Kundaupplýsingar
Búmerki
Niðanfyri kanst tú taka okkara búmerki niður í ymiskum útgávum.
Um ivamál eru um, hvussu búmerki skal nýtast, ert tú vælkomin at ringja til okkara á 424 107.
Handilstreytir
Mannagongdir, keyps- og handilstreytir
Keyp og gjaldstreytir
Ordrin verður vanliga avgreiddur innan 2 yrkadagar. Vørur, sum ikki eru á goymslu, verða vanliga útvegaðar so skjótt sum tær eru aftur á goymslu. Tilber at rinda kontant við gjaldskortið og við rokning sum verður skuldskrivað á konto og send umvegis farpay.
Prísir
Allir prísir eru íroknaðir meirvirðisgjald, um annað ikki er nevnt. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum, útseldum vørum og príshækkingum, sum vit ikki hava beinleiðis ávirkan á. Gjaldoyra er DKK.
Flutningstreytir
Útreiðslur av flutningi, fyri smærri pakkar/brøv, eru settir eftir galdandi flutningskostnaði. Um vøra verður heintað, fellur flutningsgjaldið burtur.
Veitingardagur
Vøra verður borin út so skjótt sum tilber.
Umbýtingarrættur
Tann, ið hevur keypt eina vøru, kann býta hana um ella fáa peningin aftur, um treytirnar niðanfyri verða fylgdar:
- at keyparin við kvittan kann prógva, at vøran er keypt í innan seinastu 12 dagarnar (allir dagar íroknaðir)
- at vøran er í sama standi, sum tá hon varð keypt